Landsstýrismaðurin: Skúlar skulu halda seg til leiðreglur um námsferðir

Landsstýrismaðurin: Skúlar skulu halda seg til leiðreglur um námsferðir
Námsferð hjá hondbóltsbreytini í Skúlanum á Fløtum er so dýr, at foreldur noyðast at taka lán
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.11.2025 - 13:17

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, sigur, at dýrar námsferðir í fólkaskúlanum kunnu máa undan felagsskapinum, og at skúlar eiga at fylgja leiðreglunum, sum skúlin ásetir. 

Tað sigur hann, eftir at ein námsferð hjá hondbóltsbreytini í Skúlanum á Fløtum kostar 11.000 krónur. Tað hevur havt við sær, at eitt foreldur má taka lán at fíggja ferðina.

 

 
Regin Marnersson.

 

Skúlastjórin í Skúlanum á Fløtum, Regin Marnersson, viðurkennir, at skúlin í hesum føri hevur vikið frá sínum egnum leiðreglum, tá tað snýr seg um námsferðir.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

13122025_Djoni

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815