Barnaverndartænastan í VEKS fær álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum

Barnaverndartænastan í VEKS fær álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum
Dátueftirlitið metir, at barnaverndartænastan hevur ikki havt neyðugu mannagongdirnar í lagi
Manglandi skjalprógvan og ógreiðar arbeiðsgongdir gera, at Dátueftirlitið nú gevur barnaverndartænastuni í VEKS eina álvarsliga átalu. (Savnsmynd)
 
13.11.2025 - 16:46

Dátueftirlitið hevur givið barnaverndartænastuni í VEKS-samstarvinum eina álvarsliga átalu. Hetta hendir eftir eina klagu frá einum borgara, sum metti, at trúnaðarupplýsingar vórðu lætnar einum fyrrverandi maka uttan loyvi.

Barnaverndartænastan sigur, at upplýsingarnar vórðu lætnar, tí viðkomandi hevði felags foreldramyndugleika, og tí hevði rætt til partsinnlit. 

Nakrar upplýsingar vóru strikaðar, men Dátueftirlitið slær fast, at barnaverndartænastan ikki skjalfesti, hvussu hon gjørdi sína meting.

Dátueftirlitið staðfestir eisini, at barnaverndartænastan hevur sagt seg hava mannagongdir til slíkar avgerðir, men at hesar ikki vórðu brúktar í hesum málinum.

Manglandi skjalprógvan og ógreiðar arbeiðsgongdir gera, at Dátueftirlitið nú gevur barnaverndartænastuni í VEKS eina álvarsliga átalu.

Vestmanna-, Eiðis, Kvíkvíkar og Sunda kommuna samstarva um barnaverndartænastuna, sambært galdandi lóg um barnavernd.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815