Sjarma, sjálvsálit & lekkurt hár á KVF Sjón

Sjarma, sjálvsálit & lekkurt hár á KVF Sjón
Hon er nógv umbiðin til mótasýningar, sjónvarpsframleiðslur, og tá fólk annars skulu síggja gott út. Í nýggjari sending fáa vit innlit í gerandisdagin hjá Ann Leivsgarð.
Ann Leivsgarð
 
12.11.2025 - 12:54

Ann Leivsgarð er frisør við egnari salong í miðbýnum í Keypmannahavn. Hon brennur fyri hári. Nógv ferð er á gerandisdegnum, tí umframt kundarnar á salongini, er hon hon nógv umbiðin til mótasýningar og sum undirvísari kring heimin í tí nýggjsta innan frisørfakið. 

Sjarma, sjálvsálit og lekkurt hár er nýggj sending, har vit fáa innlit í gerandisdagin hjá Ann Leivsgarð, har alt koyrir við fullari ferð. 

 Ann Leivsgarð og modellin til mótasýningina Off Map.

 

Portrettsedingin verður send hóskvøldið eftir Dag og Viku. Tó er 'Sjarma, sjálvalit & lekkurt hár' tøk á heimasíðuni longu nú. Tú finnur sendingina her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
201137
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067

Meira um sama evni