Fyrireika nú snarkanning fyri tarmkrabba

Fyrireika nú snarkanning fyri tarmkrabba
Málið er at byrja varisliga næsta ár ella í seinasta lagi í 2027
Í desember í fjør gav Sjúkrahúsverkið Heilsumálaráðnum eitt tilmæli um screening, snarkanning, fyri tarmkrabba.  
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.11.2025 - 09:50

Fyrireikingarnar til at bjóða tarmscreening í Føroyum eru farnar í gongd.

Málið er at byrja varisliga næsta ár ella í seinasta lagi í 2027.

Í desember í fjør gav Sjúkrahúsverkið Heilsumálaráðnum eitt tilmæli um screening, snarkanning, fyri tarmkrabba.  

Tað sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, í svari til Johan Dahl, løgtingsmann.

Hon sigur eisini, at eingin ítøkilig ætlan er um snarkanning fyri prostatakrabba. Í krabbameinsætlanini er einki tilmæli um hetta.

Og landsstýriskvinnan hevur heldur ikki fingið nakað tilmæli frá Krabbameinsráðnum.

Í Danmark hevur verið screenað fyri tarmkrabba síðani 2014.

Frá 2014 til 2023 eru millum tveir og 13 menn deyðir um árið av ella við tjúkktarms- ella baktarmskrabba.

Og millum fimm og 19 eru deyðir um árið av ella við prostatakrabba, vísa tøl hjá landslæknanum.

Les alt svarið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
201137
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067