Samt bygdarráð: Eingin vegur gjøgnum bygdina á Sandi

Samt bygdarráð: Eingin vegur gjøgnum bygdina á Sandi
Bygdarráðið í Sands kommunu stendur saman og tosar við einari rødd í sambandi við Suðuroyartunnilin og vegaføringar
Kristian Oskar Henriksen er borgarstjóri í Sands kommunu
 
06.11.2025 - 08:20

Meirilutin og minnilutin í Sands bygdarráði eru á einum máli um, at ferðslan í sambandi við Suðuroyartunnilin skal ikki gjøgnum bygdina.

Tað er greitt eftir eykafundin í bygdarráðnum í gjárkvøldið.

Eini 80 fólk vóru á fundi. 

Uppskot til løgtingslóg um Suðuroyartunnilin er farið til hoyringar. 

Uppskotið snýr seg um at geva partafelagnum Suðuroyartunnil heimild til at fyrireika, projektera og bjóða út ein Suðuroyartunnil við tilhoyrandi tunnils- og vegakervum.

Í bygdarráðnum á Sandi eru tey ikki nøgd við, at tey hava fingið so stutta hoyringarfreist. Freistin er bara tvær vikur, og tað verður ikki góðtikið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

06112025_Sands_bygdarrad

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815