Løkke við nýggja sendiharran: Halt fingrarnar burturi frá Grønlandi

Løkke við nýggja sendiharran: Halt fingrarnar burturi frá Grønlandi
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, gjørdi greitt, at Grønland er partur av ríkisfelagsskapinum og kemur ikki á amerikanskar hendur
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, sum her er avmyndaður í Tinganesi, gav nýggja amerikanska sendiharranum greið boð.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.11.2025 - 15:32

- Halt fingrarnar burturi frá Grønlandi.

Tað var boðskapurin til nýggja amerikanska sendiharran í Danmark, Ken Howery, tá danski uttanríkisráðharrin hitti hann í dag.

Lars Løkke Rasmussen gjørdi greitt, at Grønland er partur av ríkisfelagsskapinum og kemur ikki á amerikanskar hendur.

Hoyr ljóðbrot frá DR her:

 

06112025_Lokke

 

Ken Howery er nýggjur amerikanskur sendiharri í Danmark. (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

 

Ken Howery sigur, at hann ætlar sær at styrkja sambandið millum USA og Danmark.

Hann sigur, at verja og trygd, handil og íløgur vera raðfest fremst.

Men stúranin um trygdina í Aktis, serliga í Grønlandi, er eisini raðfest.

Einki amerikanskt sendifólk hevur verið í Danmark, síðani Donald Trump bleiv forseti 20. januar í ár.

Ken Howery sigur, at hann ætlar sær at vitja Føroyar og Grønland, skrivar Ritzau.

Hann hevur frammanundan verið sendiharri í Svøríki.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815