Nýggjur muslimskur borgarstjóri skrivar søgu í New York

Nýggjur muslimskur borgarstjóri skrivar søgu í New York
34 ára gamli Zohran Mamdani hevur lovað m.a. ókeypis barnaansing og býarbussar
Zohran Mamdani verður nýggjur borgarstjóri í New York.
Mynd: Jeenah Moon/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.11.2025 - 08:48

Demokraturin, Zohran Mamdani, sum hevur vunnið borgarstjóravalið í New York, skrivar samstundis søgu.

Hann er fyrsti muslimski borgarstjórin í New York, fyrsti suðurasiati, og tann fyrsti, sum er føddur í Afrika.

Tá hann tekur við 1. januar, er hann eisini yngsti borgarstjóri í meira enn hundrað ár, skrivar AP-tíðindastovan.

Zohran Mamdani er 34 ára gamal.

- Eg vil takka tykkum, sum eru so ofta gloymd í politikkinum í okkara býi, ið gjørdu hesa rørslu til sína egnu. Eg tosi um jemenskar bodega-eigarar og meksikansku kroysubýlingarnar, senegalskar hýruvognsførarar og usbekiskar sjúkrarøktarfrøðingar, trinidadiskar kokkar og etiopiskar ommur. 

- Til hvønn einasta New Yorkara í Kensington og Midwood og Hunt, lurtið nú: 

Hesin býur er tykkara býur. Og hetta fólkaræðið er tykkara, segði nývaldi borgarstjórin í New York, Zohran Mamdani, tá ið úrslitið var greitt.

 

Ókeypis barnaansing og býarbussar

Millum vallyftini hjá Mamdani eru ókeypis barnaansing, ókeypis býarbussar, kommunalir gerandisvøruhandlar og eitt nýtt ráð, sum skal gera býin tryggari, Department of Community Safety. 

Hvussu hesi lyfti skulu fíggjast, er ógreitt, skriva amerikanskir miðlar, og mótstøðufólk hansara siga, at hann fer ikki at megna at halda lyfti síni.

Á heimasíðu sínari skrivar Mamdani, at átøkini skulu fíggjast millum annað við at hækka skattin hjá teimum ríkastu umframt skattin hjá feløgum.

 

(Mynd: Jeenah Moon/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Fyri hvøssum arfinningum

Zohran Mamdani hevur longu verið fyri hvøssum atfinningum frá tjóðskaparligum republikanarum, millum annað Donaldi Trump, forseta, sum sigur hann vera ímyndina av tí, tey kalla ein radikaliseraðan, demokratiskan flokk.

Trump, forseti, hevur sagt, at verður Mamdani borgarstjóri, fer hann at skerja fíggjarliga stuðulin til New York.

Trump hevur eisini hótt við at taka ræðið á býnum og at handtaka og reka Mamdani av landinum, um hann vann valið.

Mamdani varð føddur í Uganda, men flutti síðani til New York, har hann er barnvaksin.

Hann fekk amerikanskan ríkisborgaraskap í 2018.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572