Seks aðalráð 1. desember - trý landsstýrisfólk missa sessin

Seks aðalráð 1. desember - trý landsstýrisfólk missa sessin
Jóhan Christiansen, Bjarni K. Petersen og Djóni Nolsøe Joensen fara úr landsstýrinum, og málsøkini verða umskipað. Broytingin umfatar eisini aðalstjórar
Aksel V. Johannesen, løgmaður ger eftir tilmælinum frá nýskipanarnevndini, og aðalráðini tódna úr níggju niður í seks 1. desember.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.11.2025 - 14:04

Eftir at nýskipanarnevndin hevur lagt fram síni tilmæli, hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður, gjørt av at umskipa aðalráðini, so tey verða seks í tali.

Trý aðalráð detta burtur, og málsøkini verða býtt øðrvísi.

 

Jóhan Christiansen.

 

Djóni Nolsøe Joensen.

 

Bjarni Kárason Petersen. 

 

Broytingin kemur í gildi 1. desember, og samstundis verða landsstýrismenninir, Jóhan Christiansen, Bjarni Kárason Petersen og Djóni Nolsøe Joensen loystir úr starvi.

Aðalráðini aftrat løgmansskrivstovuni vera hesi:

·       Fíggjarmálaráðið

·       Vinnumálaráðið

·       Barna- og útbúgvingarmálaráðið

·       Almanna- og heilsumálaráðið

·       Uttanríkis- og umhvørvismálaráðið

 

Margit Stórá verður landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum.

 

Eirikur í Jákupsstovu fer nú at umsita vinnumál í landsstýrinum. 

 

Súsanna Bertholdsen verður landsstýriskvinna í barna- og útbúgvingarmálum. 

 

Hesi manna landsstýrið

Aftrat Akseli V. Johannesen, løgmanni, fara hesi at manna landsstýrið:

·       Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og umhvørvismálum og varaløgkvinna

·       Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

·       Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum

·       Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í barna- og útbúgvingarmálum

·       Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í vinnumálum

 

Færri aðalstjórar

Broytingarnar fáa eisini ávirkan aðalstjórastørvini.

Løgmaður hevur gjørt av, at:

·      John Rajani heldur fram sum aðalstjóri á Løgmansskrivstovuni

·      Pól Egholm Hansen verður aðalstjóri í Vinnumálaráðnum

·      Elin Mortensen verður aðalstjóri í Útbúgvingar- og mentamálaráðnum

·      Bjørgfríð Ludvig verður aðalstjóri í Almanna- og heilsumálaráðnum

·      Herálvur Joensen verður aðalstjóri í Uttanríkis- og umhvørvismálaráðnum

·      Bjarni Askham Bjarnason verður aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum

Tað merkir, at Poul Geert Hansen, sum er aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Eyðun Mohr Hansen, sum er aðalstjóri í Almannamálaráðnum, Nella Festirstein, sum er aðalstjóri í Løgmálaráðnum, sleppa ikki at halda fram sum aðalstjórar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
201137
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067