Norðurlandaráðið: Grønland vil eisini sleppa upp í ráðharraráðið

Norðurlandaráðið: Grønland vil eisini sleppa upp í ráðharraráðið
Grønlendska landsstýrið boykottar ráðharraráðið, men umboðini hjá landstinginum vóru á ársfundinum í Stokkhólmi
Mariane Paviasen Jensen og Justus Hansen umboða landstingið í Norðurlandaráðnum.
Mynd: Sermitsiaq  
 
31.10.2025 - 09:35

Grønlendskir politikarar fegnast um, at Grønland, Føroyar og Áland nú sleppa upp í formansskapin hjá Norðurlandaráðnum.

Men Grønland vil eisini sleppa upp í Ráðharraráðið.

Til tess krevst tó, at Helsinsgforsavtalan, sum er grundlógin hjá norðurlendska samstarvinum, verður broytt.

Og ein arbeiðsbólkur er í ferð við at kanna, hvussu tað kann gerast.

Landstingskvinnan Mariane Paviasen, sum umboðar Grønland í Norðurlandaráðnum, sigur við Sermitsiaq, at verður ov leingi at bíða eftir einari niðurstøðu, er spurningurin, um Grønland skal brúka orku til norðurlendska samstarvið.

Higartil hevur arbeiðsbólkurin arbeitt í tíggju mánaðir.

Grønlendska landsstýrið var ikki á ársfundinum, sum júst hevur verið í Stokkhólmi.

Tí landsstýrið boykottar ráðharraráðið.

Men bæði umboðini hjá landstinginum vóru á ársfundinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659