USA lækkar tollin á kinesiskum vørum 10 prosent

USA lækkar tollin á kinesiskum vørum 10 prosent
Forsetarnir í USA og Kina hava samráðst um nýggja tollavtalu
Hýrurin var góður, tá Donald Trump og XI Jinping hittust í Suðurkorea.
Mynd: Andrew Caballero-Reynolds/AFP/Ritzau Scanpix.  
 
30.10.2025 - 08:53

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt við tíðindafólk umborð á Air Force One, at hann fer at lækka tollin á kinesiskum vørum úr 20 prosentum niður í 10 prosent, eftir samráðingarnar við kinesiska leiðaran Xi Jinping.

Tað skrivar CNN.

- Sum kunnugt setti eg 20 prosent toll á Kina orsakað av fentanyl, sum kom inn til USA, og tað er stórur tollur, segði Trump.

Hann legði afturat, at hann heldur, at Xi Jinping "fer at arbeiða sera hart fyri at steðga komandi deyðanum."

Trump sigur eisini, at Kina fer aftur at keypa soyabønir úr USA, og handilin byrjar alt fyri eitt.

 

Soyabøndur meint raktir

Ein av vinnugreinunum, sum hevur verið harðast rakt av tollkrígnum hjá Trump, eru amerikansku soyaframleiðararnir. 

Tá Donald Trump hækkaði tollin á kinesiskar vørur í februar, svaraðu kinesarar aftur við at steðga øllum innflutningi av soyabønum úr USA.

Sum avleiðing av hesum hevur Kina ikki keypt eina bønu, og hetta fekk ídnaðarfelagið hjá soyabóndunum at senda opið bræv til Trump, forseta, í august.

Nú minkar samlaði tollurin á kinesiskar vørur úr 57 niður í 47 prosent, segði forsetin í nátt umborð á flogfari sínum á veg til Washington.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162