Norski oljugrunnurin meira enn 1.000 milliardir í avlopi

Norski oljugrunnurin meira enn 1.000 milliardir í avlopi
Virðið í grunninum var 30. september í ár 20.440 milliardir norskar krónur. Tað eru 13.112 milliardir danskar krónur
Virðið í norska oljugrunninum var um mánaðarskiftið 20.440 milliardir norskar krónur, ella 13.112 milliardir danskar krónur.
 
29.10.2025 - 10:58

Oljugrunnurin hjá norska statinum hevði 1.032 milliardir norskar krónur í avlopi í triðja ársfjórðingi í ár. Tað eru 662 milliardir danskar krónur.

- Úrslitið kemur av stórum avlopi á partabrævamarknaðinum, serliga innan tilfar, fjarskifti og í fíggjargeiranum, sigur Trond Grande, varaleiðari í Norges Bank Investment Management, í tíðindaskrivi.

Virðið á grunninum vaks 854 milliardir norskar krónur ( t.e. 547 mia. í donskum krónum) í triðja ársfjórðingi í ár, og roknskaparliga avlopið er 1.032 milliardir norskar ( t.e. 662 mia. danskar krónur).

Virðið í grunninum var 30. september í ár 20.440 milliardir norskar krónur. Tað eru 13.112 mia. danskar krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
201137
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067