Melissa tekur land í Jamaika í dag

Melissa tekur land í Jamaika í dag
Vindferðin verður upp í 77 m/s, í hvirlunum upp í 95 m/s
Melissa tekur land í Jamaika í dag.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
28.10.2025 - 13:50

Ódnin Melissa fer væntandi at taka land í Jamaika í dag við vindferð upp í 77 m/s, - í hvirlunum upp í 95 m/s. 

Myndugleikarnir í Jamaika hava heitt á íbúgvarnar um at leita sær skjól í kreppumiðstøðunum kring landið, men ikki øll lurta eftir áheitanini.

Matthew Samuda, ráðharri fyri vatn-, umhvørvis- og veðurlagsbroytingar í Jamaika, sigur við BBC, at tað hevur verið torført at sannføra fólk um at leita sær skjól, tí tey halda, at tey "noyðast at verja sínar ognir í staðin fyri lívið."

AP tosaði við 23 ára gomlu Hanna McLeod, sum hevur neglt fyri vindeyguni í húsunum hjá sær, har maður hennara og beiggi hennara búgva, meðan ódnin herjar.

- Eg bað teir bara hava úthurðina aftur. Eg eri sera stúrin. Hetta er fyrstu ferð, at eg havi upplivað hetta slagið av ódn, sigur hon.

CNN tosaði við Jhordanne Jones, sum heldur situr í íbúð síni saman við familjuni enn at flýggja til kreppumiðstøðina, tí íbúðin er longri uppi enn miðstøðin.

- Vit eru væl oma fyri, og tað er ein hjálp í sambandi við vatnflóð, men tað verjir okkum ikki fyri vindinum, staðfestir hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744