Niðurdotna flogfarið í Grønlandi er funnið

Niðurdotna flogfarið í Grønlandi er funnið
Eitt fólk var við lítla flogfarinum, sum var úr Kanada við kós móti Grønlandi
Leitingin var í økinum við Sermitsiaq, nærhendis Nuuk.
Mynd: Sermitsiaq  
 
27.10.2025 - 14:01

Flogfarið, sum leitað hevur verið eftir í Grønlandi síðani leygardagin, er funnið.

Tað upplýsir Naviair, sum skipar flogferðsluna í grønlendskum øki.

Eitt fólk var við lítla flogfarinum, sum var úr Kanada við kós móti Grønlandi. 

Leitingin fór fram í økinum við Sermitsiaq, nærhendis Nuuk. Ringa veðrið har á leiðini darvaði leitingina, sum varð steðgað leygardagin, og tikin uppaftur í gjár.

Nú boðar Naviair frá, at flogfarið er funnið, men persónurin í flogfarinum er deyður.

Upplýst verður eisini, at tað er torført at koma fram at staðnum, har flogfarið datt niður. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659