Amerikanski varaforsetin: Friðaravtalan fer at halda

Amerikanski varaforsetin: Friðaravtalan fer at halda
Amerikanski varaforsetin er bjartskygdur og væntar, at friðaravtalan millum Ísrael og Hamas fer at halda
Amerikanski varaforsetin, J. D. Vance, helt røðu á tíðindafundi í Ísrael seinnapartin
Mynd: Nathan Howard/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.10.2025 - 19:09

Talan er um eina trupla støðu, men friðaravtalan millum Ísrael og Hamas gongur rætta vegin.

Tað segði amerikanski varaforsetin, J. D. Vance, í stuttari røðu á tíðindafundi í Ísrael seinnapartin.

Við á tíðindafundinum, sum varð hildin á einari herstøð í Ísrael, vóru eisini Steve Witkoff og Jared Kushner, sum er versonur Donald Trump, forseta.

Seinastu dagarnar hava báðir partarnir lagt hvønn annan undir, at ikki halda vápnahvíldina í fleiri umførum.

Men amerikanski varaforsetin er bjartskygdur og væntar, at avtalan fer at halda.

J. D. Vance, lendi í Tel Aviv í Ísrael fyrrapartin í dag.

Hann skal hitta ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, og ísrealska forsetan, Isak Herzog, í morgin, skrivar The Guardian.

Endamálið við vitjanini er at styrkja vápnahvíldina, sum kom í lag fyrr í mánaðinum. 

Amerikanski varaforsetin skal umrøða vápnahvíldina millum Ísrel og Hamas og fer væntandi at leggja trýst á Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, um at byrja samráðingar um langtíðarætlanir fyri einum varandi enda á krígnum í Gasa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162