Nógvir drápstilburðir í Russlandi

Nógvir drápstilburðir í Russlandi
Síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022, eru nærum túsund russiskir hermenn rættarsøktir fyri morð, vísir ein kanning.
 
19.10.2025 - 10:07

Seinasta var fríggjadagin, tá ein deyðiligur skottilburður var á eini hernaðarstøð uttan fyri Moskva. 

Í minsta lagi ein hermaður varð dripin, áðrenn skjúttin, sum eisini var hermaður, tók seg sjálvan av døgum, skriva almennir russiskir miðlar í einum stuttum tíðindastubba.

Talið av skrásettum harðskaps-brotsverkum í russiska herinum er vaksið støðugt undir krígnum, vísir gjøgnumgongd av tøkum rættarskjølum hjá óhefta netblaðnum Mediazona.

Síðani 2023 hava 989 ákærur um dráp verið fyri í russiskum hernaðardómstólum, - av hesum 377 dráp higartil í ár.

Morðini hava verið framd bæði á hermótinum og í bakliðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342