Poddar á KVF Ljóð til teir gráu dagarnar

Um KVFTíðindi
Poddar á KVF Ljóð til teir gráu dagarnar
Á KVF Ljóð finnur tú bæði spildurnýggjar sendingar og væl umtóktar klassikarar. Vit hava savnað eitt fjølbroytt úrval, nú tað myrknar úti.
 
16-10-2025

Regnið dunar úti, og tú situr heitt og fjálgt innandura, meðan myrkrið líður á, og vindurin ýlir uttanfyri.

Heystið er komið, og við tí nógvar løtur at njóta við einum góðum poddvarpi. Á KVF Ljóð finnur tú fjølbroyttar og fangandi sendingar, sum hóska júst til árstíðina. Set teg til rættis og gloym illveðrið eina løtu. 

Heystferian er eitt gott høvi at tendra poddvarp, meðan tú koyrir, ferðast, hevur heystfrí ella bara ynskir tær eina løtu fyri teg sjálvan. Á KVF Ljóð finnur tú eitt fjølbroytt úrval av føroyskum poddum, alt frá løttum práti til djúpar frásagnir.  

Vit hava vit savnað okkara viðmæli til heystið.


Tað, ið er óhoyrt 

 

Í nýggjari poddvarpsrøð fortelur Poulina Øregaard Isaksen, hvussu hon upplivdi at vera tann, sum fólk slatraðu um. Elin Mirjamsdóttir heuvr lagt til rættis. 

Hoyr 'Kend yvir nátt' her. 

 

Gott selskap og upplyftandi ráð 

Leitar tú eftir tí góða prátinum, góðum ráðum og einum hugnaligum tóna í heiminum, so eru hesir poddarnir akkurát nakað fyri teg. Hvør veit, kanska fært tú íblástur til at royna okkurt heilt nýtt í heyst. 

 

Skiftið - Ein poddrøð um skiftisárini hjá kvinnum. Eitt evni, sum ikki verður tosað so nógv um alment, men sum allar kvinnur so ella so skulu ígjøgnum.

Gentuvesið - Gentuvesið er staðið, har vit venda lívsins ivamálum, verða klókari og hava tað stuttligt. 2 nýggir partar eru júst komnir á KVF Ljóð.

Serfrøðingurin - Hoyr frá serfrøðingum, sum koma við alskyns góðum ráðum og íblástri til tín gerandisdag.


Spennandi og óvæntað  

Um tú leitar eftir spenningi, so er eisini okkurt til tín á KVF Ljóð.

 

Svik á netinum - Hvussu kanst tú verða snýttur á netinum? Og hvussu kanst tú verja teg? Hoyr um offur fyri sviki á netinum.

Doktor Sophus - Í 1906 var ein hending í Klaksvík, sum skakaði alla bygdina. Læknin í bygdini doyði brádliga, og nógvar gitingar eru um, hvat tað var, sum hendi.

Óbodna gentan á hotellinum - Gongsgenturnar á Hotell Føroyum varnast, at alt ikki ruggar rætt á hotellinum, tá ein útlendsk genta kemur undan kavi.

Teir seinastu deyðadómarnir - Ein russiskur flóttamaður kemur gangandi eftir gøtuni í miðbýnum í Stokkhólmi. Hví hevði hann beina leið inn á løgreglustøðina?

 

Mentan og íblástur 

Heystið er eisini tíð fyri mentanartiltøk og nýggjan íblástur. Hví ikki byrja við hesum poddunum, sum varpa ljós á bøkur, list og mentan? 

 

Kultura - Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.

Vágskálin - Hoyr ummælarar viga bøkur á vágskálini.

Lesikrókurin - Lesikrókurin er poddrøð, har lesiáhugað hittast við eitt borð og tosa um ávísar bøkur, tey hava lisið. 

️ 

Frá farnari tíð 

Hesar sendingarnar lýsa søguligar hendingar og fólk, sum hava sett sín dám á samfelagið. 

 

Fyrsti løgmaður í heimastýrinum - Hoyr um Andras Samuelsen frá barnsárum í Haldórsvík til politiskt stríð á landsins hægstu rók.

Tey brølandi tjúguni - Gunnar Nolsøe viðger 1920-árini í bæði útlendskum og føroyskum høpi.

Tey stóru tøkini - Tað verður varpað ljós á trý søgulig og varðveitingarverd umhvørvi, sum hava havt týdningarmiklan leiklut í menningini av føroyska samfelagnum.

 

Rødd og rútma 

Onkuntíð er tað bert tónleikur, sum skal til. Við tónleikasendingum okkara er okkurt fyri ein og hvønn – bæði føroyskt, norðurlendskt og altjóða. 

 

Nýtt ljóð - Feskasti føroyski tónleikurin verður lagdur fram í sendingini.

Beinleiðis úr studio 5 - Bólkar og einstaklingar, sum hava hug at royna seg, verða boðin í útvarpsstovuna at framføra beinleiðis.

Sangir úr mínum lívi - Hoyr yndisløgini hjá væl umtóktum tónleikarum og søgurnar, sum fjala seg aftan fyri tónleikin.

 

Á rannsóknarferð 

Heystið er eisini tíðin at slappa av og droyma seg burtur við einari góðari frásøgn. Her eru nøkur av okkara mest spennandi sendingum til tín, sum leitar eftir onkrum ævintýrligum at lurta eftir – til biltúrin, seinnapartin ella bert eina løtu fyri teg sjálvan. 

 

Tann horvna skipsmanningin - Ljóðmynd um skipsmanningina á Seladon, sum hvarv, men eftir at hava verið burtur í longri tíð, komu afturíaftur.

Tann gloymdi tjóvurin - Hvat hendi, tá ein arbeiðsklæddur maður steðgaði framman fyri Monu Lisu á Louvre?

Teir fyrstu um Atlantshavið - Hvørji vóru tey fyrstu menniskjuni í Amerika?

‍ 

Til tey smáu 

Tá dagarnir gerast styttri, er tað eisini tíð til hugnaligar løtur saman við børnunum. Á VIT Ljóð finnur tú nógvar góðar søgur, sum bæði børn og vaksin kunnu njóta saman. Til heystfrítíðina halda vit, at hesar rigga serliga væl:

 

Omma, rópar Fróði - Stuttlig søga um seks ára gamla Fróða og ommu hansara, sum gera nógv stuttligt saman.

Mórugøta - Mórugøta er útvarpsleikur til alla familjuna, har Jákup Veyhe við sínum sermerkta frásøguhátti lýsir fjølbroytta og skemtiliga gerandislívið í Mórugøtu 8.

Handbók fyri superhetjur - Handbók fyri superhetjur er væl umtókta røðin úr Svøríki um superhetjuna Reyða skortin og vinir hennara. Lisa trívist ikki í nýggja skúlanum, ein dagin kemur hon fram á eina bók, ið er um, hvussu tú kanst gerast superhetja.

Vitello - Vitello er ein lívligur og stuttligur drongur, sum hevur nógv góð og løgin hugskot. Í bókunum fylgja vit Vitello og hansara upplivingar og avbjóðingar, sum eru í gerandisdegnum.

 

Lurta, har tú vanliga lurtar eftir poddvørpum 

Flestu sendingarnar hjá Kringvarpinum eru eisini tøkar sum poddvørp á øðrum stroymingartænastum, so sum Apple Podcast og Spotify. Soleiðis kanst tú hava okkara sendingar við tær og lurta, hvar og nær tú vilt.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. november
RagnarRokk 6.november 2025
198923
Hósdag 6. november
RagnarRokk: Thobbe Englund um Legends
198757
Hósdag 6. november
RagnarRokk: Lauri Ylönen um Weirdo
198756
Hósdag 6. november
Nýtt ljóð
199569
Hósdag 6. november
Breddin: At rúsa seg við sproytu
199544
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Hósdag 6. november
Góða mamma
199506
Hósdag 6. november
Veðrið
199573
Mikudag 5. november
Tá var kellingin góð
199526
Mikudag 5. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 1:2
145662

Um kvf css