Franski forsætisráðharrin vunnið tvær atkvøðugreiðslur um misálit

Franski forsætisráðharrin vunnið tvær atkvøðugreiðslur um misálit
Uppgávan hjá Sébastien Lecornu verður at samráðast við flokkarnar í tjóðartinginum um fíggjarlóg fyri 2026 
Flokkar á høgra- og vinstraveingi royndu av fella Sebastien Lecornu við misáliti, men tað eydnaðist ikki.
Mynd: Stephane De Sakutin/AFP/Ritzau Scanpix  
 
16.10.2025 - 15:15

Franski forsætisráðharrin, Sébastien Lecornu, hevur vunnið tvær misálitisatkvøðugreiðslur í tjóðartinginum, skrivar Reuters.

Annað misálitisuppskotið átti Rassemblement National, sum er á høgraveinginum, og hitt uppskotið átti La France insoumise, sum er á vinstraveingi í tinginum.

Sostatt sleppur Emmanuel Macron, forseti, undan at skriva út val.

Politisk kreppa hevur valdað í Fraklandi seinastu tíðina.

 

Legði frá sær

Í síðstu viku legði Lecornu frá sær sum forsætisráðharri, men fáar dagar seinni tilnevndi forsetin hann aftur forsætisráðharra.

Uppgávan hjá Lecornu verður at samráðast við flokkarnar í tjóðartinginum um fíggjarlóg fyri 2026. 

Ósemja um fíggjarlógina gjørdi, at Lecornu legði frá sær sum forsætisáðharri. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342