12 vilja vera stjóri í Heilsustýrinum

12 vilja vera stjóri í Heilsustýrinum
Bæði menn og kvinnur hava søkt
Heilsustýrið heldur til í nýggja bygninginum hjá LÍV á Óðinshædd í Havn.
 
16.10.2025 - 14:58

12 umsóknir eru til starvið sum stjóri í Heilsustýrinum, upplýsir Heilsumálaráðið.

Umsóknarfreistin var í gjár.

Bæði menn og kvinnur hava søkt.

Heilsumálaráðið fer í næstum undir at viðgera umsóknirnar.

 

Skipa og menna heilsufakliga økið

Heilsustýrið hevur høvuðsuppgávuna at skipa og menna heilsufakliga økið í Føroyum og at veita granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum.

Ein týðandi partur av arbeiðinum er at savna vitan og byggja grundarlag upp fyri heilsufremjandi átøkum, styrkja arbeiðið innan fólkaheilsu og fyribyrging, og at umsita farsóttarøkið og heilsuhagtøl.

Ein týðandi partur av arbeiðinum er at savna vitan og byggja grundarlag upp fyri heilsufremjandi átøkum, styrkja arbeiðið innan fólkaheilsu og fyribyrging, og at umsita farsóttarøkið og heilsuhagtøl.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040