- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verjuavtala elvir til politiskt rumbul í Grønlandi

Nýggja verjuavtalan hjá donsku stjórnini hevur elvt til politiskt rumbul í Grønlandi.
Andstøðuflokkurin Naleraq, sum eisini er næststørsti flokkur í landstinginum, mótmælir avtaluni.
Tað skriva grønlendska og danska kringvarpið.
Seta fólkið í vanda
- Ætlanin hjá donsku stjórnini setur grønlendska fólkið í vanda, siga Pele Broberg, formaður í Naleraq, og Aki-Matilda Høegh-Dam, tinglimur fyri Naleraq, og sum í løtuni er í farloyvi úr danska fólkatinginum.
- Eg eri skelkað av, at hernaðarlig dubbing verður í Nuuk, sigur Aki-Matilda Høegh-Dam við grønlendska kringvarpið, KNR.
Arktisk Kommando í Grønlandi skal hava nýggja høvuðsstøð í Nuuk. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
Atfinningarnar snúgva seg í høvuðsheitum um ætlanirnar at nyggja nýggja høvuðsstøð til Arktisk Kommando í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk. Harumframt skal havnin í Nuuk útbyggjast við nýggjari kai til skipini hjá donsku verjuni.
Eisini skulu tvey arktisk skip og flogfør útvegast.
Øll hesi tiltøkini seta, sambært Aki-Matildu Høegh-Dam, fólkið í Nuuk í vanda, tí hernaðarlig øki verða í býnum, sigur hon við grønlendska kringvarpið.
Vivian Motzfeldt. (Mynd: Sermitsiaq)
Tóku ikki av
Samstundis finst hon at grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut, sum - sambært henni - ikki hevur tikið grønlendska tingið við í verjuavtaluna, sum eigur at hava "løgfrøðiligar og fólkarættarligar avleiðingar fyri grønlendska landsstýrið", sum hon málber seg.
Grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt, vísir aftur, at grønlendska tingið og flokkarnir ikki hava fingið møguleika at vera við í avtaluni.
Sambært henni, hevur Naleraq sjálvur gjørt av ikki at vera við í samráðingunum, ella at taka ímóti tilfari um samráðingartilgongdina, hóast tað hevur staðið teimum í boði.
Við verjuavtaluni, sum er gjørd í samstarvi við grønlendska landsstýrið, skal Danmark brúka 27,4 milliardir krónur til verjuna í Arktis og Norðurhøvum.



























