Hava kannað stormar í Føroyum

Hava kannað stormar í Føroyum
Árliga eru umleið 4,8 stormar í Føroyum, og einki bendir á, at talið er vaksandi
 
15.10.2025 - 07:01

Nú hava granskarar kannað stormar seinastu 85 árini í Føroyum.

Grein um hetta bleiv herfyri kunngjørd í tíðarritinum International Journal of Climatology.

Í tíðarskeiðnum 1940 til 2024 hava verið tilsamans 396 stormar. Árliga eru í miðal 4,8 stormar, sambært mátingunum, sum eru gjørdar hesi 85 árini.

Hóast nógv verður tosað um veðurlagsbroytingar, so skulu vit ikki væntað, at tað er nakað, sum ávirkar stormar í Føroyum:

- Einki bendir á, at vit fara at fáa fleiri stormar árliga komandi árini, sigur Bárður A. Niclasen, sum hevur verið í granskingartoyminum og ein av høvundunum til greinina í International Journal of Climatology. Dagliga arbeiðir sum deildarleiðari á Veðurstovu Føroya.

Í morgunsendingini fortelur Bárður A. Niclasen um stormmátingarnar, ið eru gjørdar, og greiðir frá úrslitunum.

1769560

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610