- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jon Dahl Tomasson koyrdur sum svenskur landsliðsvenjari

Venjarin hjá svenska manslandsliðnum í fótbólti, Jon Dahl Tomasson, er koyrdur úr starvi í dag.
Tað hendir, eftir at landsliðið hevur tapt tríggjar dystir á rað.
Sosatt náddi Jon Dahl Tomasson at vera svenskur landsliðsvenjari í minni enn tvey ár.
Svøríki tapti í gjár fyri Kosovo fyri aðru ferð, og í dag kann Sportbladet avdúka, at Tomasson verður fyrsti venjari hjá svenska landsliðnum, sum verður koyrdur úr starvi.
Vantandi úrslit
- Avgerðin, sum stjórnin í svenska fótbóltssambandinum, SvFF, hevur tikið, er grundað á, at manslandsliðið ikki hevur givið tey úrslit, sum vit vónaðu. Enn er møguleiki fyri playoff í mars, og okkara ábyrgd er at tryggja, at vit hava best møguligar fortreytir fyri at kunna koma til HM-endaspælið. Í hesum sambandi meta vit, at nýggj leiðsla krevst við nýggjum landsliðsliðskipara, sigur formaðurin í svenska fótbóltssambandinum, Simon Åström, í tíðindaskrivi.
Fótbóltsstjórin í SvFF, Kim Källström, sigur, at Fótbóltssambandið hevur stórt álit á leikarunum, og vil skapa nýggjar møguleikar hjá teimum at fáa úrslit.
Rokna við at sleppa til HM
- Vit meta, at hetta liðið kann koma víðari til HM, um møguleikin fyri grundspælinum er í mars. Jon hevur verið professionellur í sínum sambandi við leikararnar, oddafólkini í landsliðshópinum og við SvFF. Tað er altíð harmiligt at fara hvør sína leið, men fótbólturin byggir á úrslit, og stöðan er nú, at úrslitið ikki er nóg gott, sigur Källström.
Úrslitini hjá svenska landsliðnum við Jon Dahl Tomasson eru níggju sigrar, tveir javnir og sjey taptir dystir.




























