Færri næmingar á Heilsuskúlanum nú enn fyrstu árini

Færri næmingar á Heilsuskúlanum nú enn fyrstu árini
Miðaltalið hevur verið 15 um árið síðani 2021, men frá 2006 til 2020 var miðaltalið 30
Undirvísing á Heilsuskúlanum.
Mynd: Tórður Mikkelsen  
 
14.10.2025 - 15:08

Helvtina færri heilsuhjálparanæmingar hava tikið prógv í Heilsuskúlanum seinastu árini enn fyrstu árini hjá skúlanum.

Miðaltalið er 15 um árið síðani 2021.

Frá 2006 til 2020 var miðaltalið 30.

525 heilsuhjáparar hava tikið prógv frá 2006 til 2025. 

299 heilsurøktarar hava tikið prógv í Heilsuskúlanum frá 2008 til 2025.  

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svari til Liljuna Weihe, løgtingskvinnu. 

 

Fráfallið sveiggjar

Hann sigur, at í báðum útbúgvingum sveiggjar fráfallið.

Í miðal hevur fráfallið hjá heilsurøktaranæmingum verið 20 prosent árini 2008 til 2025.

Hjá heilsuhjálparanæmingum er fráfallið 18 prosent í miðal árini 2006 til 2025.

Hóast brúk er fyri nógvum røktarstarvsfólkum, vera øll plássini í Heilsuskúlanum ikki brúkt.

 

75-100 prosent óbrúkt

Landsstýrismaðurin upplýsir, at fram til 2019 vóru millum 75 og 100 prosent av heilsuhjálparaplássunum brúkt.

Men talið eftir 2020 hevur verið 30 til 55 prosent.

Heilsurøktaraútbúgvingin var fullsett til 2023, tá tvær upptøkur komu um árið og 34 pláss vóru tøk.

Síðani tá er okkurt um helvtin av plássunum brúkt.

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. november
RagnarRokk 6.november 2025
198923
Hósdag 6. november
RagnarRokk: Thobbe Englund um Legends
198757
Hósdag 6. november
RagnarRokk: Lauri Ylönen um Weirdo
198756
Hósdag 6. november
Nýtt ljóð
199569
Hósdag 6. november
Breddin: At rúsa seg við sproytu
199544
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Hósdag 6. november
Góða mamma
199506
Hósdag 6. november
Veðrið
199573
Mikudag 5. november
Tá var kellingin góð
199526
Mikudag 5. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 1:2
145662