Uttanlandsnevndin viðger revsitiltøk móti Russlandi og Hvítarusslandi

Uttanlandsnevndin viðger revsitiltøk móti Russlandi og Hvítarusslandi
Nevndin hevur fleiri innkallingar til fundin í dag
Nevndin hevur biðið um og fingið longda freist frá formansskapinum til 29. oktober at skriva álit. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
13.10.2025 - 08:17

Løgmaður, landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Vørn og fútin hava fingið fundarboð frá uttanlandsnevndini hjá løgtinginum.

Nevndin hevur fund fyrrapartin.

Hon viðger málið um víðkað revsitiltøk móti Russlandi og Hvítarusslandi. 

Lógaruppskotið hjá landsstýrinum hevur verið í uttanlandsnevndini síðani 28. august.

Nevndin hevur biðið um og fingið longda freist frá formansskapinum til 29. oktober at skriva álit. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815