CO2 útlátið í heiminum fer væntandi at minka

CO2 útlátið í heiminum fer væntandi at minka
Væntandi fer CO2 útlátið í heiminum at falla, nú elorkan frá vindi og sól er vaksin uppum elorkuna úr koli, sigur Kári Mortensen, serfrøðingur í orkumálum
Kári Mortensen er serfrøðingur í orkumálum
Mynd: Savnsmynd  
 
11.10.2025 - 14:15

Fyrra hálvar 2025 hevur heimurin rokkið einum varða í grøna orkuskiftinum.

Tað er hent tí at fyri fyrstu ferð var meira elorka vunnin úr grønum orkukeldum enn úr koli. Tað skrivar TV2, sum hevur tíðindini frá Ember Energy Research. 

Hetta er ein avgerandi løta, heldur ein av rithøvundunum av kanningini.

- Sólorka og vindorka vaksa nú so skjótt, at tey megna at lofta vaksandi eftirspurningin av elorku í heiminum. Tað vit síggja er, at grøn orka fylgir við eftirspurninginum, sigur Matgorzata Wiatros-Motyka, frá Ember Energy Research.  

TV2 staðfestir at talan er um eina stórhending, tí við hesum er væntandi, at heimsins útlát av CO2 skjótt fer at falla. 

Sambært TV2 er broytingin serliga Kina at takka, men eisini India og USA, sum hóast Donald Trump, setur alt meiri sólorku upp.

Fyri Kára Mortensen, serfrøðing í orkumálum er talan um góð tíðindi.

 

Hoyr samrøðu við Kára Mortensen í útvarpstíðindunum:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959