Týsk tungmálmslegenda í RagnarRokki

Týsk tungmálmslegenda í RagnarRokki
Udo Dirkschneider, fyrrverandi sangari í týska tungmálmsbólkinum Accept, er gestur í RagnarRokki í sambandi við útgávuna "Babylon" hjá Dirkschneider & The Old Gang
Mynd: PR mynd  
 
09.10.2025 - 10:00

73 ára gamli týski Udo Dirkschneider, sum er fyrrverandi sangari í Accept, er ein ógvuliga virkin tónleikari - ikki minst fyri sín aldur. 

3. oktober gav hann út plátuna "Babylon" undir veingjabreiðinum av verkætlanini Dirkschneider & The Old Gang.

Tey, ið manna The Old Gang, eru sonur Udo, Sven Dirkschneider, ið er trummusláari, Peter Baltes, ið spælir bass og syngur, og gittarleikarin og framleiðarin Stefan Kaufmann, tveir tónleikarar, ið Udo hevur spælt saman við í Accept.

Afturat teimum eru gittarleikarin Mathias Dieth og songkvinnan Manuela Bibert.

Í samband við útgávuna av "Babylon", hevur Ragnar A. Jacobsen, vertur í RagnarRokki, fingið orðið á Udo Dircksneider og songkvinnuna Manuela Bibert.

 

Byrjaði sum ein stuðulsverkætlan

Upprunin til Dirkschneider & The Old Gang skal finnast í 2021, tá kornafarsóttin var í hæddini. 

Talan var í roynd og veru um ein stuðulsverkætlan, har peningurin frá søluni av fyrstu EP-ini, "Arising", fór óskerdur til fólk í tónleikavinnuni, sum ikki kundu fara á konsertferð orsaka av farsóttini.

Tað, sum hevur eyðkent skrivi- og innspælingstilgondina til "Babylon" er, at onki trýst hevur verið á limirnar í bólkinum.

Hetta hevur gjørt at tónleikarnir hava havt rættiliga frítt spæl, greiða Udo Dircksneider og Manuela Bibert frá.

 

Stórur aldursmunur er á limunum í bólkinum. Udo Dircksneider, Peter Baltes og Stefan Kaufmann eru eldri tónleikarar, meðan Manuela Bibert og Sven Dirkschneider eru frá einum yngri ættlarliði. Hetta hevur havt jaliga ávirkan á tilgongdina at skapa tónleikin, halda Udo Dircksneider og Manuela Bibert.

Hoyr alla samrøðuna við Udo Dircksneider og Manuelu Bibert úr týska tungmálmsbólkinum Dircksneider & The Old Gang í RagnarRokk í kvøld, hóskvøldið, klokkan 21. 

 

Hvat: RagnarRokk
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Hóskvøld kl. 21, og tá tað passar tær á KVF Ljóð


RagnarRokk er eisini á Facebook

 

Sangirnir, ið verða spældir í sendingini, eru:
It Takes Two To Tango
Time To Listen
Hellbreaker 
Strangers In Paradise 
Babylon 
Dead Man's Hand
Blindfold (Ballade)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136