- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Eri komin til eitt gott felag

Champions League hevur ivaleyst verið við til at draga Pernille Brandenborg úr donskum hondbólti til norska felagið Storhamar.
Liðskiparin á føroyska hondbóltslandsliðnum tók av, tá hon fekk kjansin at royna seg í Storhamar, sum spælir í bestu evropeisku hondbóltskappingini hjá EHF, og Pernille Brandenborg gjørdi veruliga vart við seg í gjár, tá Dortmund tók ímóti.
Hon skeyt ikki minni enn seks mál upp á sjey royndir, og var í stóran mun við til at tryggja nýggja felagið sínum annan CL-sigurin í ár. Storhamar vann 26-22 og Pernille Brandenborg var toppskjútti.
Pernille Brandenborg skeyt seks mál í sigrinum hjá Storhamar ímóti Dortmund í Champions League. Tvey mál síggjast í samandráttinum omanfyri.
Komin til gott felag
Pernille Brandenborg er væl nøgd við skiftið til Norra, nú kappingarnar av álvara eru komnar í gongd.
- Eg eri fallin væl til. Eg trívist, og eg eri komin til eitt gott felag við fittum fólki í einum fínum býi, segði sterki strikuspælarin við Kringvarpið, tá føroyska hondbóltslandsliðið vandi saman í Føroyum í september.
- So er tað sjálvandi eisini nógv at læra viðvíkjandi hondbóltinum, tá tú skiftir til nýtt lið. Tú skalt læra nógvar nýggjar spælarar at kenna. Eg spæli í nýggjari deild og í Champions League fyri fyrstu ferð, so tað er nógv at fyrireika seg til, men eg haldi, at tað er ótrúliga spennandi, og eg gleði meg til restina av kappingarárinum, segði Pernille Brandenborg.
Tað hevur eisini gingið upp á stás higartil. Gamaní hevur Storhamar tapt tveir av teimum fýra dystunum í Champions League - á útivølli ímóti CS Gloria og Esbjerg - men tey fýra stigini, sum eru komin á talvuna higartil geva Pernille Brandenborg og teimum góðar møguleikar at spæla seg víðari í kappingini.
Í bestu norsku deildini er Storhamar eisini komið væl frá byrjan og liggur í løtuni á 2. plássi við seks stigum av átta møguligum.




























