90 ára gamla hammondurgan er framvegis viðkomandi

90 ára gamla hammondurgan er framvegis viðkomandi
Løkshøll verður um vikuskiftið karmur um konsert, har hammondurgan er í miðdeplinum
Mynd: Rúni Jákupsson  
 
03.10.2025 - 10:44

Light My Fire, Like a Rolling Stone og Benny and the Jets hava ikki bara tað til felags, at allir teljast millum kendastu sangir í tónleikasøguni - annað er, at í øllum teimum spælir hammondurgan týðandi leiklut.

Og júst hammond-urgan verður í miðdeplinum leygarkvøldið í Løkshøll, tá skipað verður fyri forvitnisligari konsert.

Við urguna situr kapellmeistarin, Hans Poulsen.

Haraftrat koma fleiri solistar á pallin at syngja.

Á skránni verður bæði føroyskt og útlendskt tilfar.

 

1767295

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815