Føroysk stroymingartænasta kemur væntandi í ár

Føroysk stroymingartænasta kemur væntandi í ár
Føroysk stroymingartænasta við øllum føroyskum filmum og røðum kemur væntandi seinni í ár. Tað sigur Marjun Niclasen, stjóri í Filmshúsinum, sum hevur tikið stig til hana.
Marjun Niclasen
Mynd: Savnsmynd  
 
26.09.2025 - 18:41

Filmshúsið hevur tikið stig til at menna føroyska stroymingartænastu, har allir føroyskir filmar og røðir skulu vera tøkar. Stroymingartænastan verður væntandi tøk seinni í ár og skal vera atkomulig bæði í Føroyum og uttanlands. Eldri tilfar verður ókeypis og brúkarir kunnu rinda fyri at síggja nýggjasta tilfarið. Pengarnir fara beinleiðis til føroyska framleiðaran. 

 

- Nú verður alt føroyskt tilfar savnað á einum stað, ístaðin fyri at nógv liggur í skuffum og skápum runt umkring. Vit noyðast at menna ein pall sjálvi í Føroyum, tí uttanlands verða bert fáir filmar valdir, sigur Marjun Niclasen, stjóri í Filmshúsinum. 

 

1766333

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815