- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump: Gerningsmaðurin er handtikin
Trump: Gerningsmaðurin er handtikin
Myndugleikarnir siga, at maðurin var staddur á tekjuni á einum bygningi, tá hann skeyt Charlie Kirk við riflu

Donald Trump, forseti.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix
12.09.2025 - 14:14
Maðurin, sum er undir illgruna fyri at hava dripið konservativa aktivistin Charlie Kirk, er handtikin.
- Alt bendir á tað, segði amerikanski forsetin, Donald Trump, í sendingini Fox & Friends fyri løtu síðani.
Drápið á Charlie Kirk hendi á einum politiskum kjakfundi framman fyri fleiri túsund fólkum á universitetinum í statinum Utah fyrradagin.
Sambært myndugleikunum var gerningsmaðurin staddur á tekjuni á einum bygningi, okkurt um 200 metrar frá Charlie Kirk. Hann brúkti eina riflu at skjóta við.
Myndugleikarnir hava fingið fleiri enn 7.000 áheitanir frá fólki síðani mikudagin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























