- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gerningsmaðurin gongur leysur
Gerningsmaðurin gongur leysur
FBI hevur havt tíðindafund um hendingina, tá aktivisturin Charlie Kirk varð skotin í gjár

Frá tíðindafundinum hjá FBI um morðið á Charlie Kirk.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix
11.09.2025 - 16:07
Maðurin, sum skeyt og drap høgravenda aktivistin, Charlie Kirk, á einum politiskum fundi í statinum Utah í gjár, gongur framvegis leysur.
Tað segði amerikanska samveldisløgreglan, FBI, á tíðindafundi fyri løtu síðani.
Samveldisløgreglan hevur varhugan av, at gerningsmaðurin kendi til universitetið í Utah Valley, og at hann er um sama aldur sum ein universitetslesandi.
Myndugleikarnir vilja ikki avdúka samleikan, men siga, at tey hava góðar sjónbandaupptøkur av gerningsmanninum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























