Dan Klein er deyður

Dan Klein er deyður
Fyrrverandi blaðstjórin, Dan Klein, andaðist fríggjadagin 74 ára gamal
Dan Klein andaðist fríggjakvøldið 74 ára gamal
 
07.09.2025 - 14:44

Dan Klein, fyrrverandi blaðstjóri á Oyggjatíðindum, er deyður.

Dan Klein varð føddur 8. oktober 1950 í Klaksvík og hevði sostatt fylt 75 ár í næsta mánaða.

Hann gjørdist blaðstjóri á Oyggjatíðindum í 1982, sum hann øll árini stjórnaði úr heimi sínum í Hoyvík.

Í 2011 gjørdi hann av ikki at geva Oyggjatíðindi út meira á prenti, men bert talgilt, sum hann longu fór undir í 2003.

Hetta gjørdi hann fyri at geva fólki eisini uttanfyri landoddarnar møguleika at lesa tíðindi á heimasíðuni hjá Oyggjatíðindum umframt at keypa blaðið sum PDF-útgávu á heimasíðuni.

Dan Klein var kendur fyri sítt stundum bersøgna skrivingarlag.

Seinastu árini hevur hann Dan Klein verið álvarsliga sjúkur.

Hann doyði á Landssjúkrahúsinum fríggjakvøldið 5. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815