Skattatrýst sigur ikki alt um vælferðina í landinum

Skattatrýst sigur ikki alt um vælferðina í landinum
Fíggjarnevndin hjá fólkatinginum hevur spurt fíggjarmálaráðharran um grønlendska og føroyska tørvin á pengum úr Danmark
Nicolai Wammen er fíggjarmálaráðharri. í Danmark.
 
05.09.2025 - 08:08

Ikki ber til at siga bara við skattatrýstinum í huga, hvør vælferðin er í einum landi.

Tað sigur Nicolai Wammen, danskur fíggjarmálaráðharri, í svari til fíggjarnevndina hjá fólkatinginum.

Fíggjarnevndin spurdi, hvussu stóran tørv, Føroyar og Grønland hava fyri pengum úr Danmark, um skattatrýstið er tað sama í teimum báðum londunum, sum tað er í Danmark.

Í Danmark er skattatrýstið 44,9 prosent.

Tað er mett at vera 30 prosent í Grønlandi og 40,2 prosent í Føroyum, sigur fíggjarmálaráðharrin.

Skattatrýstið verður samanborið við bruttotjóðarframleiðsluna hjá landinum.

Tað sigur ikki endiliga, hvør vælferðin er í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241