Sjey prosent meira í lønum seinasta árið

Sjey prosent meira í lønum seinasta árið
Høvuðsorsakirnar eru stóru lønarhækkingarnar seinastu árini, nakrir starvsbólkar hava fingið lønarlyft, og fleiri fólk arbeiða
Vøksturin í lønargjaldingunum hjá vinnuni og almennu partafeløgunum var rættiliga stórur í 2022 og 2023, men heldur minni í 2024, men í ár er aftur vøkstur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.09.2025 - 10:13

Sjey prosent meira í lønum vóru goldin í Føroyum frá august í fjør til juli ár, stendur í heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum. 

Hetta er meira enn undanfarin ár, tá vøksturin var fimm ella seks prosent.

Høvuðsorsakirnar eru stóru lønarhækkingarnar seinastu árini, nakrir starvsbólkar hava fingið lønarlyft, og fleiri fólk arbeiða.

Vøksturin í lønargjaldingunum hjá vinnuni og almennu partafeløgunum var rættiliga stórur í 2022 og 2023, men heldur minni í 2024. 

Men nú í 2025 er aftur vøkstur.

Gongdin hjá tí almenna er ikki heilt tann sama sum hjá tí privata. 

Vøksturin var heldur slakari í 2022 og 2023.

Men hann var níggju og sjey prosent í ávikavist 2024 og 2025.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959