Landsrætturin staðfesti dóm um hóttan móti politikara

Landsrætturin staðfesti dóm um hóttan móti politikara
Maðurin skrivaði í boðum á Messenger: “Slepp tær úr politikki, áðrenn tinghúsið verður stormað, ella onkur brennur tað niður"
Maðurin appelleraði dómin hjá Føroya rætti, men fekk heldur ikki viðhald í Landsrættinum. (Savnsmynd)
 
28.08.2025 - 08:53

Eystari landsrættur hevur staðfest ein dóm hjá Føroya rætti um hóttan.

Ein maður í 40-unum hevur fingið 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing.

Hann var ákærdur fyri í beinleiðis boðum á Messenger at hótta ein politikara.

Maðurin skrivaði í boðunum “Slepp tær úr politikki, áðrenn tinghúsið verður stormað, ella onkur brennur tað niður.”

 

Noktaði seg sekan

Maðurin játtaði, at hann átti boðini til politikaran.

Hann var sera misnøgdur við politikkin og almennu útsagnirnar hjá politikaranum. 

Maðurin tvíhelt tó um, at talan ikki var um hóttan. So hann noktaði seg sekan.  

Hann appelleraði dómin hjá Føroya rætti, men fekk heldur ikki viðhald í Landsrættinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512