MobilePay er aftur seinkað

MobilePay er aftur seinkað
Løgfrøðilig ivamál hava tikið seg upp, og i løtuni ber ikki til at siga, nær skipanin verður tøk í Føroyum
Tað dregur út at fáa skipanina við MobilePay setta í verk í Føroyum.
Mynd: Vipps MobilePay  
 
22.08.2025 - 18:00

MobilePay er aftur seinkað.

Í mai frættist, at skipanin skuldi vera klár í summar, men soleiðis var ikki.

Nú hava løgfrøðilig ivamál tikið seg upp, og í løtuni ber ikki til at siga, nær skipanin verður tøk, sigur Turið Arge, stjóri í Føroya Banka. 

MobilePay er ein app á fartelefonini, sum kann flyta pengar millum brúkarar, uttan at rita inn á netbankan.

Við skipanini er skjótt at rinda í handlum og nethandlum, og at flyta øðrum pengar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

22082025_Mobile_Pay

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744