FNU fegnast um veðurlagslóg

FNU fegnast um veðurlagslóg
Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag heldur tað vera eitt týdningarmikið stig fyri Føroyar at landsstýrið ætlar at leggja eitt uppskot um eina veðurlagslóg fyri tingið í heyst
Tilvildarliga vald mynd
 
13.08.2025 - 19:09

FNU fegnast um, at landsstýrið ætlar at leggja eina veðurlagslóg fyri løgtingið í heyst. Tað skrivar felagið í einum tíðindaskrivi, sum er sent miðlunum í dag. 

- Tað er eitt týdningarmikið stig fyri Føroyar, og tað er gleðiligt, at landsstýriskvinnan leggur dent á týdningin av at verja vátlendi, skrivar FNU, sum leggur afturat, at felagið vónar, at komandi veðurlagslógin fer at seta ferð á at minka um CO2-útlátið, við at fremja eina veruliga grøna orkuumlegging og at seta mál um at minka orkunýtsluna.  

Ein grøn orkuumlegging inniber, at meira grøn orka skal framleiðast, men her er sambært FNU langt eftir á mál.

- Sum er, framleiða vit bara umleið ein sættapart av orkuni, sum brúk er fyri á landi. Hetta krevur samstundis, at vit skifta tólini, sum nú nýta olju ella gass út við tól, sum nýta grøna orku, tað verið seg oljufýr, flutningstól, framleiðslutól á verksmiðjum og so framvegis, skrivar FNU, sum eisini sigur tað vera neyðugt við tiltøkum fyri at minka orkunýtsluna á sjónum, sum stendur fyri 40 prosentum av samlaðu nýtsluni. 

Í skrivinum mælir FNU eisini myndugleikunum frá at fara undir nýggja oljuleiting við Føroyar, tí tað mótarbeiðir endamálinum við einari veðurlagslóg og  skundar ikki undir grøna orkuskiftið.

Sambært FNU hevur tað týdning at verja náttúruøki og lívfrøðiliga margfeldi, tí hesi eru týdningarmiklir liðir í orkuskiftinum. Og felagið viðurkennir, at tað er neyðugt at brúka øki til at seta upp vindmyllur.

Tí vil felagið hava, at peningur verður settur av til gransking, menning av standardiseraðum umhvørvisáringsmetingum, og til eina lendisætlan sum skal stuðla undir, at inntriv órógva sum minst, og at avgerðir um t.d. staðsetingar eru gjørdar á sterkum fakligum grundaðum metingum, sum tryggja, at fuglur og annað livandi fær so góðan frið sum til ber. 

Trýst á pílin niðanfyri og hoyr alt innslagið, sum varð sent í tíðindunum klokkan 18.00 í kvøld:

1758068

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512