Umsókn Íslands um limaskap í ES stendur við

Umsókn Íslands um limaskap í ES stendur við
sland og ES eru samd um at hava størri samstarv um trygd og verju
Ursula von der Leyen hevur verið í Íslandi.
 
18.07.2025 - 09:34


Ísland og ES eru samd um at hava størri samstarv um trygd og verju.

Tað er niðurstøðan, nú Ursula von der Leyen, forkvinna í ES nevndini, hevur verið í Íslandi.

Ísland og ES eru samd um at gera yvirlýsing um samstarvið um trygd og verju.

Serliga verður hugsað um sjókaðlar.

Kristrún Frosta­dóttir, forsætisráðharri, sigur við íslendskar miðlar, at gott samstarv er longu um trygd og verju, men nú verður hetta samstarvið styrkt og betur skipað. 

Eisini í NATO

Tað skal eisini styrkja støðuna hjá Íslandi í NATO, so landið kann taka á seg fleiri uppgávur har.

Ísland og ES hava eisini gjørt avtalu um fiskiveiðu og samstarv um fiskivinnu.

Ursula von der Leyen segði, at íslendska umsóknin um limaskap í ES er framvegis galdandi.

Ísland søkti um limaskap í 2009, men tók umsóknina aftur í 2015.

Men hon er framvegis galdandi sambært Ursulu von der Leyen.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313