Betri hálvár enn væntað

Betri hálvár enn væntað
Føroya banki væntar nú, at ársúrslitið verður 25 milliónir betri enn upprunaliga væntað
Árið er 25 millionir krónur betri enn mett var við ársbyrjan.
 
18.07.2025 - 09:30


Føroya banki væntar nú, at ársúrslitið verður betri enn upprunaliga væntað.

Tá árið byrjaði, var metingin 210 til 240 mió. kr.

Nú árið er komið í helvt, er metingin 25 milliónir størri.

Hon er nú 235 til 265 mió. kr.
 
Orsøkin er, at úrslitini hjá Føroya banka ársins fyrstu seks mánaðir eru betri enn upprunaliga væntað.

Umframt góðu gongdina í kjarnuvirkseminum er hálvársúrslitið nógv merkt av góðum tryggingarúrsliti og stakinntøkum frá sølu av bygningi og frá feløgum, sum bankin eigur í, sigur Føroya banki.

Føroya banki kunnger hálvársroknskapin 5. august.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815