Sjóverjan er í hølunum á Melkart-2

Sjóverjan er í hølunum á Melkart-2
Russiski trolarin er nú eystanfyri Borðoyanes., Danska sjóverjan fylgir skipinum
Melkart-2 fór norður um Føroyar, áðrenn hann kom inn um 12 fjórðinga markið
Mynd: Vesselfinder  
 
15.07.2025 - 11:11

Hóast Melkart-2 kom vestanífrá, so er hann nú eystan fyri oyggjarnar. Hann helt seg uttan fyri 12 fjórðinga markið norðanfyri, og er í morgun komin inn um markið eystanífrá.

Lítil megi er á motorunum í løtuni. Melkart-2 hevur eina framdrift uppá tvær sjómíl í løtuni.

Danska verjuskipið, Knud Rasmussen, hevur fylgt við skipinum síðani í gjárkvøldið.

 


Melkart-2 eystur úr Borðoyanesi. (Mynd Leivur Jarnfoss)


Damlar spakuliga
Leivur Janrfoss, sum er til útróðrar við báti sínum, Stíganesi, tók hesa myndina fyri okkum fyri løtu síðani.

- Hann kemur spakuliga damlandi suðureftir og verjuskipið siglir aftan á honum, sigur Leivur Jarnfoss.

Melkart-2 kemur á Klaksvík seinnapartin, har hann skal gera klárt at fara til fiskiskap í føroyskum øki.

Skipið er bannað í ES og Noreg, tí tað er undir illgruna fyri fíggindaligt sinnað virksemið.

Sirið svarar seinni
Sirið Stenberg, sum í løtuni er á ferð úr Ukraina, skrivar í sms boðum, at hon fer at viðmerkja støðuna seinni í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Rod Usher um Alienated
201517
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Hondbóltur: Føroyar – Montenegro
203111
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840