Havstovan fer skjótt undir sín part av arbeiðinum í stórari ES-verkætlan

Havstovan fer skjótt undir sín part av arbeiðinum í stórari ES-verkætlan
Havstovan fer skjótt undir sín part av arbeiðinum í stórari ES-verkætlan, sum kannar Golfstreymin. Nú verður søkt eftirr granskara at byrja um stutta tíð
Karin Margretha H. Larsen.
Mynd: Savn.  
 
15.07.2025 - 18:31

Í vár fekk Havstovan játtað pening frá ES um luttøku í stóru EPOC verkætlanini, sum kannar tað termohalina rákið, hjá okkum ofta nevnt “Golfstreymurin”, og hvussu samanhangandi hetta rákið er. Arbeiðið hjá Havstovuni verður at kanna rákið tvørtur um Íslandsryggin og rákið í Hetlandsrennuni. 

ES verkætlanin EPOC (Explaining and predicting the ocean conveyor) byrjaði í 2022, og í henni luttaka 21 ymiskir granskingarstovnar. Fleiri av hesum stovnum máta styrkina í termohalina rákinum aðrastaðni í Atlantshavi, eitt nú við 26°N millum Kanarisku oyggjarnar og Florida og norðuri við Fram Sundið millum Grønland og Svalbard. Men ongin teirra mátar á Grønland-Skotland rygginum, sum Føroyar jú liggja á. 

Hoyr Karin Margrethu H. Larsen, havfrøðing og deildarleiðara á Havstovuni, greiða frá um hetta:

1753883

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337