NSÍ: Tað verður uttan Petur Knudsen

NSÍ: Tað verður uttan Petur Knudsen
NSÍ skal í kvøld spæla móti HJK Helsinki í 1. undanumfarinum í UEFA Conference League. Venjarin hevur góðar vónir, men tað verður uttan Petur Knudsen
Petur Knudsen til landsliðsvenjing
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
10.07.2025 - 13:37

Tað er í kvøld klokkan 19.45, at NSÍ tekur móti kenda finska felagnum HJK Helsinki í 1. undanumfarinum í UEFA Conference League. Dysturin verður við Djúpumýru í Klaksvík. Venjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg, er vónríkur, men ásannar at gestirnir eru favorittar.

 - Hetta verður ein avbjóðing. Hetta eru tvey lið, sum spæla eins fótbólt, so tað verður ein spurningur um hvør spælir betri, sigur Jens Wedeborg.

Hann váttar, at Petur Knudsen er nakað frá at verða tøkur til dystirnar í Evropa. Landsliðsspælarin bleiv skaddur í venjingardystunum í Georgia fyrr í summar. Hann verður væntandi ikki at síggja aftur á vøllinum fyrr enn í august.

 

Fleiri sita uttanfyri

Petur Knudsen var annars á veg til júst HJK Helsinki í 2021, men hóast nógv varð skrivað um skiftið, so bleiv tað av ongum. NSÍ verður eisini uttan Betuel Hansen, Kevin Jablinski og Beinir Nolsøe.

 - Kevin spælir ikki aftur í ár. Vit vóna, at Betuel verður klárur aftur í septembur, meðan málið er at Beinir Nolsøe spælir returdystin í Helsinki. Hann hevur eina lítla fibur, sigur Jens Wedeborg.

HJK Helsinki hevur verið í Føroyum fyrr. Finska stórfelagið vann so seint sum í fjør á KÍ. Hetta eftir tveir javnar og spennandi dystir. HJK hevur eisini vunnið á bæði Víkingi og HB ávikavist 2018 og 2019,  meðan fyrsti dysturin í Føroyum var í 1994 móti B71 í UEFA Cup Winners' Cup.

 - Tað eru 11 móti 11, og tað eru tveir dystir. Vit síggja tað sum, at alt er møguligt, men vit skulu ikki verða bláoygdir og leypa framav. Tað eru fýra hálvleikir, sigur Jens Wedeborg.

Kringvarpið sigur frá dystinum í útvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959