Landsstýrið tekur støðu til russisk skip eftir ólavsøku

Landsstýrið tekur støðu til russisk skip eftir ólavsøku
Landsstýrið bíðar til eftir ólavsøku at taka støðu til, um russisk skip, sum eru undir illgruna fyri at vera njósnaraskip skulu útihýsast úr føroyskum sjóøki og havnum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, ætlar sær at bíða til eftir ólavsøku at taka støðu til, um russisku skipini skulu missa loyvið at fiska í Føroyum.
 
08.07.2025 - 17:58

Russisk skip, sum sambært ES og norskum myndugleikum eru óndsinnað njósnaraskip, hava fiskiloyvi í Føroyum. Talan er um tey bæði Melkart-2 og Ostankino, sum felagið Murman Seafood eigur.

ES og nú Noreg hava bannað teimum báðum og øllum øðrum skipum í sama reiðarí at koma inn í sítt sjóøki og sínar havnir.

Føroyskir myndugleikar ætla tó ikki at skunda sær eins nógv. Landsstýrið fer at taka støðu eftir eina tingviðger eftir ólavsøku. Tað eru boðini úr uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Kringvarpið hevur biðið Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í uttanríkismálum, svara uppá, um føroyskir myndugleikar fara at nokta báðum skipunum at fiska í føroyskum øki og koma í føroyska havn. Hon stillar ikki upp til samrøðu, men sigur soleiðis í skrivligum svari gjøgnum eitt embætisfólk:

 

“Tá ið ES setti tiltøk í verk ímóti ávísum russiskum reiðaríum, fór Uttanríkis- og vinnumálaráðið, saman við viðkomandi føroyskum myndugleikum, undir at kanna, um tørvur er á nýggjari lógarheimild fyri at seta samsvarandi tiltøk í verk.

Nógv bendir á, at neyðugt er við nýggjari lógarheimild og tí fari eg at taka stig til politiska viðgerð av málinum eftir ólavsøku”.

 

Altso, fyrst skal eitt lógaruppskot gerast eftir ólavsøku og so skulu tríggjar tingviðgerðir til, áðrenn Føroyar taka støðu.

Sambært norska uttanríkisráðharranum, Espen Barth Eide, so njósnast skipini serliga ímóti sjókaðlum og líknandi týdningarmiklum undirstøðukervi, so lættari er hjá russiska statinum at gera yvirgangsatsóknir ímóti undirstøðukervinum á havbotninum.

Tað eru ikki bara skipini hjá Murman Seafood, sum eru komin á svartalista hjá ES og Noreg. Tað eru skipini hjá JSC Norebo eisini. Men onki skip hjá hesum felag hevur fiskiloyvi í Føroyum. 

Melkart-2 og Ostankino hava ikki verið í føroyskum øki í ár, men kunnu væntast at koma, tá makrelvertíðin veruliga hevur tikið dik á seg.

Bæði skipini hava áður fiskað í føroyskum øki og verið í føroyskari havn.
 

LES EISINI:

Norskir myndugleikar: Skipini njósnast

Forbodnu skipini hava fiskað í Føroyum

Eru bannað í Noreg og ES og hava fiskiloyvi í Føroyum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Fríggjadag 17. apríl
LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)
207223
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118