Tórshavnar Kamarkór nummar 2 í sangkapping í Fraklandi

Tórshavnar Kamarkór nummar 2 í sangkapping í Fraklandi
Lagið er gott, og kórið gleðir seg til annað kappingarumfar, ið verður beint eftir hesa samrøðuna, sigur Lovisa Petersen Glerfoss, ið er ein av sangarunum
 
07.07.2025 - 10:35

Í hesum døgum luttekur Tórshavnar Kamarkór í einari sangkapping fyri kór í Fraklandi. Tey royndu seg fyri fyrstu ferð sunnumorgunin, tá ið tey gjørdist nummar 2, og tey skuldu aftur royna seg í nýggjari kapping eitt korter eftir, at Summarmorgun tosaði við Lovisu Petersen Glerfoss, ið er ein av sangarunum Eisini var kórið við til setanina leygardagin.

Ferðin gjørdist annars eitt sindur truplari enn ætlað, tí fronsku flogleiðararnir vóru í verkfalli, tá tey komu til Fraklands. Eisini hava tey merkt hitabylgjuna, ið rakti Frakland og onnur lond í Europa.

Tú kanst hoyra samrøðuna við Lovisu Petersen Glerfoss her!

 

1752550

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313