Karl Martin gjørdi fyrstu sangupptøkuna sum 9 ára gamal

Karl Martin gjørdi fyrstu sangupptøkuna sum 9 ára gamal
Hann hevur sungið alt lívið, og í dag klokkan 17:05 velur Karl Martin Samuelsen sangir úr sínum lívi í beinleiðis sending
Karl Martin Samuelsen
Mynd: Bárður Lydersen  
 
26.06.2025 - 10:32

Í sendingini Sangir úr mínum lívi, ið hesa ferð verður send beinleiðis í útvarpinum klokkan 17:05, fer Karl Martin Samuelsen at velja nakrar sangir, ið hava havt serligan týdning fyri hann. Og harumframt verður høvi at hoyra tvær forkunnugar upptøkur við navnframa sangaranum, ið vit kenna frá Hjarnum, Joka, Karl Martini og Margrethu umframt einari ørgrynnu av øðrum samansetingum. Karl Martin fer eisini at nema við eitt nú yrkisleiðina sum námsfrøðingur og bilmekanikari, og hvussu bólkurin Hjarnar bleiv til.

Sangirnir, ið Karl Martin hevur valt, eru hesir:

Gypsy – Uriah Heep

What’s the buzz – Jesus Christ Superstar ( Ian Gillar )

Love of my life – Queen

Conviction of the heart – Kenny Loggins

Peaceful easy feeling – Eagles.

Og sum nevnt verða eisini tvær forkunnugar upptøkur við Karl Martini at hoyra.

Sangir úr mínum lívi, beinleiðis í útvarpinum í dag klokkan 17:05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363