Bernharður Wilkinson takkar fyri seg sum dirigentur í Symfoniorkestrinum

Bernharður Wilkinson takkar fyri seg sum dirigentur í Symfoniorkestrinum
Eftir 21 ár sum høvuðsdirigentur fyri Føroya Symfoniorkestur letur Bernharður Wilkinson nú sessin víðari til ein nýggjan høvuðsdirigent
Mynd: Leivur Thomsen  
 
26.06.2025 - 11:01

Við Bernharði á odda hevur Symfoniorkestrið ment seg ómetaliga nógv, listarliga sum tónleikaliga, og orkestrið hevur styrkt sína støðu markant í føroyskum mentanarhøpi.

Benni, sum hann eisini verður nevndur, hevur verið ein snúningsdepil í menningini hjá orkestrinum; og hevur hann m.a. lagt lunnar undir bæði familju- og jólakonsertina og barnakonsertirnar. Hann hevur stjórnað óteljandi konsertum – alt frá stóru nýggjárskonsertunum til rokk- og poppkonsertir. Undir hansara leiðslu hevur orkestrið eisini frumframført hópin av verkum eftir føroysk tónaskøld.

“Tað hevur verið ein stórur framíhjárættur at arbeiða saman við so dugnaligum tónleikarum og at vera partur av einum orkestri, ið hevur so stóran mentanarligan týdning fyri Føroyar. Eg eri takksamur fyri henda møguleikan – men tíðin er nú búgvin til, at nýggjar kreftir koma framat”, sigur Bernharður Wilkinson.

Bernharður hevur eisini verið virkin sum kórleiðari og tónleikalærari í føroysku musikkskúlaskipanini, og hesum heldur hann fram við.


Nýggjur dirigentur

Symfoniorkestrið hevur gjørt fýra ára avtalu við ensku Catherine Larsen-Maguire. Catherine er upprunaliga útbúgvin fagotspælari og spældi solofagot í Komische Oper í Berlin, áðrenn hon fór dirigentleiðina. 

Eftir nýggjárskonsertina 2026 letur Bernhardur Wilkinson dirigentstavin víðari til Catherine Larsen-Mcguire. Sostatt verður fyrsta framførslan hjá Catherine stóra konsertin saman við Kim Hansen og bólki í februar.

”Vit eru øll takksom fyri stóra arbeiðið, Benni hevur lagt í Føroya Symfoniorkestur. Hann hevur saman við framúrskarandi tónleikarum og dedikeraðum sangarum, samstarvspørtum, stuðlum og øðrum flutt okkara orkestur og kór risastór fet fram á leið”, sigur stjórin í Føroya Symfoniorkestri, Hans Petur í Brekkunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941