- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA er farið upp í kríggið millum Ísrael og Iran

USA er farið upp í kríggið millum Ísrael og Iran.
Amerikonsk stríðsflogfør og kavbátar hava lopið á trý týðandi kjarnorkuverk í Iran.
Tað segði amerikanski forsetin í nátt okkara tíð, stutt eftir at stríðsflogførini vóru komnir aftur til sínar herstøðir.
- Mál okkara var, at oyðileggja førleikarnar hjá Iran at ríka uran og steðga kjarnorkuhóttanini úr Iran, sum er størsti stuðulin av altjóða yvirgangi. Í kvøld kann eg siga heiminum, at álopini hepnaðust óføra væl. Týðandi kjarnorkuverkini í Iran eru fullkomiliga oyðiløgd. Iran - bølmenni í Miðeystri - noyðist nú at fáa frið í lag. Ger landið ikki tað, koma fleiri álop - og tey vera nógv lættari, segði Donald Trump, í røðu til amerikonsku tjóðina í nátt okkara tíð.
Lovprísar Trump
Ísraelski forsætisráðharrin takkar og prísar Trump í sambandi við álopið á Iran.
- Ísrael hevur avrikað ótrúliga væl, men hernaðarálopini hjá USA móti iransku kjarnorkuverkunum í nátt, hava verið framúrskarandi. USA hevur gjørt tað, sum einki annað land í heiminum kann gera. Trump forseti fer í søguna, sum maðurin sum hindraði heimsins vanamiklasta stýri at fáa heimsins vandamiklastu vápn, segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu.
Iran svarað aftur
Iranski uttanríkiráðharrin, Abbas Araghchi, skrivar á sosiala miðlinum X, at amerikonsku álopini eru skelkandi og í stríð við ST-sáttmálan og fólkarættin.
Iran hevur eisini svarað aftur hernaðarliga í morgun og framt rakettálop á Ísrael.
Í minsta lagi 86 fólk hava fingið løstir av álopunum, sum raktu norðarlaga og mitt í Ísrael, siga ísraelskir myndugleikar.