Hava bíðað hálvt ár eftir brekumboðnum

Hava bíðað hálvt ár eftir brekumboðnum
Eitt ár er liðið síðani lóg um at seta eitt brekumboð bleiv samtykt. Enn er onki hent. Hetta er skuffandi, sigur aðalskrivari í MEGD
Bárður Atlason Ísheim, aðalskrivari í MEGD
Mynd: Savnsmynd  
 
21.06.2025 - 17:10

Meira enn eitt ár er liðið, síðani lógin um at seta brekumboð bleiv samtykt. Og tað er við at vera eitt hálvt ár síðani hon kom í gildi. Men enn er onki umboð sett.

- Tað er til eitt og hvørt tíðspunkt umráðandi, at mann útinnir lóggávu, sum er galdandi. At bíða í næstan eitt hávt ár við tí, tað er í sær sjálvum rættiliga álvarsamt, sigur Bárður Atlason Ísheim, aðalrskrivari í MEGD.

Tørvur á brekumboði

Eitt brekumboð skal hava eftirlit við, kunna, vegleiða og tryggja rættindum hjá teimum, ið bera brek og sjúku, í samstarv við ST sáttmálan.

Sambært Bárði Atlason Ísheim kann tað hava stórar avleiðingar, um eitt brekumboð ikki verður sett sum skjótast.

- Í tí dagliga hava fólk í okkara limafeløgum tørv á ymiskum tillagingum í gerandisdegnum. Um tær tillagingarnar ikki rigga, so eru tey kanska ikki við í samfelagnum, og verða sett uttanfyri. Tað er ikki virðiligt fyri tey sum menniskju. Tað er eisini meira skynsamt fíggjarliga at hugsa tey við, um tað endiliga skal koma an uppá tað, sigur Bárður Atlason Ísheim. 

 

Hoyr samrøðu við Bárð Atlason Ísheim:

 
1750013

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852