
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tjóðsavnið ger royndargravingar eftir kirkju

Tjóðsavnið fer í næstum at grava royndarveitir í fjøruni við Prestodda á Skála. Hetta fyri at kanna, um toftir eftir eini kirkju liggja har.
Søgn sigur, at ein kirkja stóð við Prestoddan, men var tikin í áarlopi um kirkjutíð, so at øll í kirkjuni lótu lív - uttan ein maður. Tjóðsavnið og Munin hava fyrr gjørt radarkanningar í økinum, og tær vístu, at talan kann vera um toftir. Neyðugt er tó at gera royndarveitir fyri at staðfesta tað, sigur Helgi Michelsen, fornfrøðingur á Tjóðsavninum:
- Vísir royndargravingin, at fornleivdir eru í økinum, kann farast undir undir ein veruligan fornfrøðiligan útgrevstur, um fígging fæst til tað, sigur Helgi Michelsen.
Skála Fornminnafelag og sjálvboðin hava tikið stig til verkætlanina
Tað er Skála Fornminnafelag og sjálvboðin í Fríøkinum við Prestá, sum hava tikið stig til verkætlanina at grava eftir kirkjuni og fingið fígging í lag.
Tummas M. Jacobsen, formaður í fornminnafelagnum, er ein av eldsálunum og stigtakarunum til Fríøkið við Prestá. Hann hevur saman við øðrum sjálvbodnum fríðkað um økið kring Prestá og skipað tað sum fríøki. Tey hava gjørt gøtur oman í fjøruna og út á Ytra Skála. Planta trø, runnar og blómur og sett beinkir upp. Í 1960´unum gjørdi kommunan ein svimjuhyl í grótbrotinum við fossin, og nú er hylurin snøggaður og økið skipað við bonkum. Almenn vesi eru eisini sett upp, og tað ger ein stóran mun, sigur Tummas Jacobsen. Hann vísur á, at nógv fólk brúka fríøkið:
- Eitt nú vitja dagstovnar ofta økið, børnini spæla í fjørini og eta matpakkar á bokunum. Tað er so hugfarsligt at síggja, sigur Tummas Jacobsen.
Hann heldur, at um royndargravingarnar koma niður á toftir eftir einari kirkju, so fær fríøkið ein heilt annan týdning:
- So kunnu vit vísa á, at her hevur staðið ein kirkja í 1600-talinum, og so hava vit, saman við toftunum á Ytra Skála, nógv áhugavert søguligt at varpa ljós á, sigur Tummas Jacobsen.
Nógvar toftir á Ytra Skála
Tað er ikki bert kirkjan við Prestodda, sum er áhugaverd á Ytra Skála, tí har eru eisini nógvar gamlar húsatoftir, sagnir og søgur um økið. Gøtur eru gjørdar framvið toftirnar og skeltir sett upp, ið fortelja um toftirnar og fólk, ið hava búleikast har.
Eitt nú hava eini sýslumanshús staðið á Ytra Skála, og garðurin hjá Orm Bónda var eisini staðsettur har.
Ferðavinnuna áhugað í økinum
Arbeitt hevur verið við Fríøkinum við Prestá í eini 20 ár, og stigtakararnar hava mest havt bygdafólki í huga. Men nú enn meira er gjørt burturúr toftunum, er økið eisini áhugavert fyri ferðavinnuna.
- Alt hetta økið er blivið til eitt fríøki, har nógv fólk koma, og nú byrja ferðafólk eisini at vitja, sigur Tummas Jacobsen
Visit Runavík hevur víst økinum ans, og í summar fara bólkar frá ferðamannaskipum at fáa rundsýning her.
Tummas Jacobsen hevur fyrr skipað fyri gongutúrum í økinum, har greitt verður frá um toftirnar, sagnum og søgum. Hann fegnast um, at Runavíkar kommuna støðugt hevur stuðla fríøkinum:
- Runavíkar kommuna hevur stuðla verkætlanini fíggjarliga, og letur hvørt ár Fríøkinum við Prestá 90.000 krónur til at útbyggja og viðlíkahalda fríøkið. Tað hevur sera nógv at siga, sigur Tummas Jacobsen.
Lurtið eftir samrøðuni við Tummas Jacobsen, har hann greiðir frá um royndargravingarnar og toftirnar í Fríøkinun við Prestá.