- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórar sparingar í almenna rakstrinum næstu árini

Sparast skal í almenna rakstrinum.
Tað stendur í játtanarkørmunum, sum eru grundarlagið undir fíggjarlógini næstu árini.
55 milliónir krónur skulu finnast í 2026, 90 í 2027 og 125 milliónir í 2028.
Landsstýrið hevur longu funnið 72 milliónir í ár.
Men tað er ikki bara næstu trý árini, at sparast skal í almenna rakstrinum.
Sambært játtanarkørmunum skulu 160 milliónir sparast í 2029 og 195 milliónir í 2030.
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at so stórar sparingar krevja nýskipanir.
Sjálv hevur hon nøkur boð upp á nýskipanir, men Ruth Vang leggur dent á, at semja er ikki í landsstýrinum um ítøkiligu átøkini, sum hon nevnir í innslagnum, men at tey standa fyri hennara egnu rokning: