Netanyahu lovar hevnd fyri iranskt álop á ísraelskt sjúkrahús

Netanyahu lovar hevnd fyri iranskt álop á ísraelskt sjúkrahús
USA fyrireikar seg at fara upp í kríggið móti Iran, men tað kann fáa óbótaligan skaða, sigur iranski leiðarin
Iransk álop hava rakt eitt sjúkrahús har suðuri í Ísrael.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
19.06.2025 - 08:23

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, lovar hevnd eftir iransku álopini í nátt, sum millum annað raktu sjúkrahúsið Soroka í Beersheba har suðuri í Ísrael. 

Á sosiala miðlinum x, skrivar hann at "iransku yvirgangs-bølmennini" skulu rinda fullan prís fyri síni álop á sjúkrahús og sivilar ísraelar. 

Miðlar í Ísrael boða í morgun frá umfatandi rakettálopum á landið.

Ísraelsk álop hava eisini verið á Iran í nátt, skrivar danska kringvarpið

Tað eru seks dagar síðani Ísrael leyp á Iran.

 

 

Benjamin Netanyahu. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

USA fyrireikar seg

USA fyrireikar seg til møguliga at fara upp í kríggið saman við Ísrael.

Amerikanski forsetin vildi tó ikki siga, hvat USA ætlar í gjár. 

- Kanska geri eg tað - kanska ikki, eingin veit, hvat eg fari at gera, segði Donald Trump við miðlarnar í gjár.

Hann legði aftrat, at USA veit, hvar "sokallaði ovasti iranski leiðarin" heldur til, sum hann málber seg, men at hann ongar ætlanir hevur um at taka hann av døgum - í øllum førum ikki í løtuni. 

 

 

Ali Khamenei, ayatollah. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Óbótaligur skaði

- Loypur USA á, ger tað óbótaligan skaða á viðurskftini landanna millum. Tað eigur USA at vita, sigur iranski leiðarin, Ayatollah Ali Khamenei, við iranskar miðlar sambært Reuters.

Hann leggur dent á, at Iran hevur ongar ætlanir um at gevast.

Iranski sendimaðurin í ST sigur, at loypur USA á Iran, verða amerikanarar næsta mál hjá Iran.

Í minsta lagi 24 ísraelar og 224 iranar eru deyðir, síðani Ísrael leyp á Iran fríggjadagin, skrivar danska kringvarpið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. apríl
Morgunlestur mikudagur 15.apríl 2026
207022
Týsdag 14. apríl
Perlulív í Vágsbotni (2:4)
207030
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990